Tjóðveldi profile picture

Tjóðveldi

tjodveldi

About Me

Tá ið heimastýrislógin varð trýst ígjøgnum í 1948, uttan at fólkið varð spurt, høvdu loysingarsinnað tikið seg saman at stovna ein nýggjan flokk.
Flokkurin skuldi hava sum endamál at fremja úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 og virka fyri, at veruligt fólkaræði kom at galda í Føroyum í einum sosialt rættvísum samfelag. Teirra hugsjón var, at eingin stætt skuldi hava nakran framíhjárætt. Tey vildu stovnseta føroyska tjóðveldið, so at farast kundi undir at endurreisa og menna samfelagið á egnum grundarlagi, við javnbjóðis samstarvi við aðrar tjóðir.
Tey kallaðu til fundar og stovnaðu Tjóðveldisflokkin á fundi tann 22. og 23. mai 1948. Navnið Tjóðveldisflokkurin merkir í orðsins týdningi, at fólkið – tjóðin – skal hava valdið í egnum landi. Ì floksins stevnu varð gjørt greitt, at tjóðarfrælsið er amboðið til at skipa eitt samhaldsfast samfelag, har korini hjá verkafólki og fiskimonnum skuldu betrast.Hólmgongur millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin:Hvat missa vit vegna ríkisfelagsskapin?Framtíð FøroyaSamgonguskjalið kann takast niður her: Samgonguskjalið .

My Interests

Á hesari síðu, fáa tit høvi til at seta spurningar og kjakast um tey evni, ið stinga seg upp.
Á heimasíðu okkara www.tjodveldi.fo , er møguleiki fyri at fylgja við í hvat hendur í flokkinum, umframt at lesa eitt sindur um flokkin og hjartamálini. Eisini er møguleiki, um onkur skuldi so ynskt, at gerast limur í flokkinum umvegis heimasíðuna.
Hjartamál 1/5 – Altjóða samstarv Ein fortreyt fyri, at Føroyar menna seg til eitt nútímans vesturlendskt samfelag, er, at vit kunnu granska, lesa og kappast á jøvnum føti við onnur. Tjóðveldi hevur sum hjartamál, at vit: * frítt skulu útbúgva okkum í øðrum londum * samstarva um gransking við tey fremstu * gera eitt altjóða universitet í Føroyum * skapa eitt kappingarført vinnulív á altjóða støði * fáa limaskap í altjóða felagsskapum, har vit vilja * lata Merkið veittra millum hini
Hjartamál 2/5 – Okkara samleiki Vit skulu støðugt bjóða okkum sjálvum av og nútímansgera okkara mentan, so at vit errin trína út í heim sum føroyskir heimsborgarar. Tjóðveldi hevur sum hjartamál, at vit skulu: * traðka út í heim við sjálvsvirðing millum onnur * vera errin av okkara máli, mentan, søgu og virðum * støðugt nútímansgera okkara mentan og bjóða okkum sjálvum av * kenna okkum sum føroyskar heimsborgarar * fáa føroyska skúlaverkið á altjóða stig * ígjøgnum okkara egnu mentan læra onnur mál og kenna aðrar mentanir * stuðla øllum skapandi virksemi: tónleiki, sjónleiki, myndlist, bókmentum, søvnum, sjálvbodnum felagsskapum og ítrótti* skapa eitt veruliga føroyskt sjónvarp.
Hjartamál 3/5 – Full ábyrgd Føroyar skulu gerast eitt samfelag, har ábyrgd og avleiðingar ganga hond í hond, bæði rættarliga, búskaparliga og persón-liga. Tjóðveldi hevur sum hjartamál, at: * fáa skil á búskapin og standa á egnum beinum * byggja eitt nútímans samfelag á fólkaræði og rættartrygd * gevast at renna undan og útflyta okkara trupulleikar * standa til svars og taka avleiðingar av okkara gerðum * skipa eitt sosialt rættvíst og samhaldsfast samfelag * skapa rættindir, møguleikar og sjálvsvirðing hjá teimum, ið tørvar mest
Hjartamál 4/5 – Ríkt umhvørvi Føroyar skulu taka altjóða ábyrgd og ganga á odda í tilfeingisrøkt, so at vit kunnu lata børnum okkara eitt ríkt og livandi umhvørvi. Tjóðveldi hevur hesi hjartamál: * at steðga ovurnýtsluni av náttúru og tilfeingi * at tryggja eina skynsama tilfeingisrøkt * at lata okkara børnum eitt ríkt og liviligt umhvørvi * at skapa eitt heilsugott arbeiðsumhvørvi * at øll hava møguleikan at liva eitt sunt lív * at brúka reinar orkukeldur * at krevja umhvørvisfyrilit, tá ið vit ferðast og byggja landið út * taka lut í altjóða avtalum og tiltøkum til at steðga dálking og veðurlagsbroytingum
Hjartamál 5/5 – Veruligt frælsi Í einum frælsum Føroyum skulu vit tryggja øllum frælsi at liva, trúgva, halda, elska og velja, sum tey vilja. Tjóðveldi hevur sum hjartamál, at: * loysa okkum frá gomlum forðingum og politiskum bondum * virka frælst í heiminum sum tjóð og mennast á jøvnum føti við onnur * vinnulívið kann virka frælst uttan serrættindir og stuðulsskipanir til tey fáu * tryggja øllum persónligt frælsi at liva, trúgva, halda, elska og velja sum tey vilja * skipa ein veruligan javnstøðupolitikk – ikki bert í okkara flokki og í politikki, men fyri alt samfelagið * krevja, at frælsið hjá okkum er undir ábyrgd fyri frælsinum hjá øðrum

My Blog

60 ára stovningarveitsla

60 ára stovningarveitsla   Leygarkvøldið 24. mai verður tjóðveldisveitsla á Hotel Føroyum. 22.-23. mai eru 60 ár liðin, síðan flokkurin varð stovnaður. Tekning fer fram á tlf. 224698 & 229...
Posted by Tjóðveldi on Thu, 24 Apr 2008 06:48:00 PST

Flaggdagshugni

Flaggdagshugni   Sum siður hevur verið hesi seinnu árini, skipar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri flaggdagshugna fríggjadagin 25. apríl í Rex (Klubbanum) eftir flaggdagshaldið á Vaglinum. ...
Posted by Tjóðveldi on Thu, 24 Apr 2008 06:47:00 PST

Upptakið eftir ábyrgdarloysið krevur seriøsar broytingar

Upptakið eftir ábyrgdarloysið krevur seriøsar broytingar   Nýggja føroyska stjórnin er komin til upptakið eftir ein grundleggjandi skeivan fíggjar- og búskaparpolitikk, sum sambands- og fólkafl...
Posted by Tjóðveldi on Thu, 24 Apr 2008 06:46:00 PST

Kristina Háfoss: Í vitan, mentan og hjørtum okkara býr frælsi

Í vitan, mentan og hjørtum okkara býr frælsi 31-03-2008 Røða í samband við floksting Tjóðveldisins, 29. mars 2008 6-ára gamla dóttir mín byrjaði í nýggjum dagstovni undanfarna ár. Fyrstu vikuna h...
Posted by Tjóðveldi on Mon, 31 Mar 2008 12:31:00 PST

Yvirlýsing frá flokstingi Tjóðveldisins 28. og 29. mars 2008

Yvirlýsing frá flokstingi Tjóðveldisins 28. og 29. mars 2008   Yvirlýsingin frá flokstinginum sum hevur verið hildið við Gjógv. Flokstingið staðfestir, at Tjóðveldi nú hevur vunnið sjey val ...
Posted by Tjóðveldi on Sat, 29 Mar 2008 01:12:00 PST

Frá valsigrum til frælsisúrslit

Frá valsigrum til frælsisúrslit 29-03-2008 - vit mugu ongantíð gerast umsitarar í heimastýrishyljum, formansfrágreiðing ..hjá Høgna Hoydal á flokstinginum við Gjógv. Tjóðveldiskvinnur. Tjóðveld...
Posted by Tjóðveldi on Sat, 29 Mar 2008 06:47:00 PST

Floksting við Gjógv

Floksting við Gjógv 28. og 29. mars verður árliga Folkstingið hildið á Gjáðargarði við Gjógv Árliga flokstingið veðrur á Gjáargarði við Gjógv. Endalig skrá kemur seinni. Í lógum floksins stendur...
Posted by Tjóðveldi on Sat, 08 Mar 2008 11:35:00 PST

Farvæl blokkstuðul - og hvat so?

Farvæl blokkstuðul - og hvat so? Nýggjur studentadagur fyri lesandi úr Norðuratlantshavi í Danmark Ráðstevnan verður tann 11. apríl 2008 í Felagssalinum á Christiansborg frá kl. 13 til kl. 17. Dyr...
Posted by Tjóðveldi on Sat, 08 Mar 2008 11:15:00 PST

Listin liðugur - klárt til valstríð!

Listin liðugur - klárt til valstríð! 29-12-2007 Endaligi listin hjá Tjóðveldi er nú liðugur og latin løgtingsvalnevndini. Flokkurin frøist um ein breiðan lista, har 42% av uppstillaðu valevnunum...
Posted by Tjóðveldi on Sat, 29 Dec 2007 02:26:00 PST

Skrøgg: Avsanningar (2)

Frá Dólgaflokkinum í Norðoyggjum Vit skulu hervið staðiliga avsanna, at tað vóru Langfing Fjalsberg, Jákup Bestikkelsen (Bigge) og Hoppalong í Buð (Pimmi), ið gingu spillnaknir í Norðoyatunlinum le...
Posted by Tjóðveldi on Mon, 17 Dec 2007 11:28:00 PST