Olga profile picture

Olga

About Me

Olga Biskopstø
Eg eri 50 ár, og búgvi í Syðrugøtu saman við manni og 5 børnum. Trý av børnunum er longu flogin úr reiðrinum. Vit 7 hava búð her í Gøtu síðan september 2007. Vit bygdu okkum nýggj hús her uppi undir Støðlafjalli, og er tað ein fragd hvønn dag, at skoða út yvir Gøtuvík, heilt út í sjónarringin, har ljósið spælir sær við aldurnar og sigur okkum, at vit eru ein partur av alheiminum, og skjótt skulu taka loysingina.
Eg kom inn á Løgting í vár, og havi higartil uppliva arbeiðið í Tinginum sera spennandi og avbjóðandi. Mín uppgáva har, er at gera tað eg eri ment, fyri at fáa nøkur av mínum hjartamálum framd. Og míni hjartamál eru, umframt einar frælsar Føroyar, eisini eitt spennandi og gott land at liva í. Tí skulu vit menna mentan og tónleik, skúla og gransking og annars alt tað, ið ger okkum glað og fræls. Men samstundis, sum vit koma okkum fram, skulu vit ikki traðka nakað ella nakran undir fótum, men virða og verja hvønn annan. Samhaldsfesti og eitt reint umhvørvi, eru grundleggjanni fyritreytir.
Tað hevur altíð verið mín hugsan, at eitt samfelag, ið skal vera fyri øll, krevur, at øll vera hoyrd. At vit hava eitt demokrati, sum virkar og verður brúkt. Fyritreytin fyri at vera hoyrdur, er at tað er onkur sum lurtar, og tað vil eg fegin. Tí vil eg til einhvørja tíð lurta eftir tykkara sjónarmiðum, og um neyðugt, seta ein munnligan ella skrivligan fyrispurning í Løgtinginum.
Umframt at vera á Løgtingi, arbeiði eg við ymiskum uppgávum fyri Granskingardeplin fyri Samfelagsmenning og fyri Útoyggjafelagið. Hetta er alt arbeið mær dámar sera væl. Av øðrum áhugamálum er eisini mangt annað at tríva í, m.a. fáist eg við ullavinnu og mær dámar sera væl alt sum hevur við okkara fornsøgu at gera. Ævintýr og myndir eru havi eg eisini forkærleika fyri. br/>

My Blog

Hugsið øðrvísi

Í Føroyum er stundin komin at hugsa øðrvísi. Vit hava roynt hetta at koyra nógvan pening í skipanir, ið ikki virka. Seinasta samgonga hevur víst á, at teir koyrdu 700 milliónir í okkara almanna-, heil...
Posted by on Fri, 18 Jan 2008 13:57:00 GMT