Sunnudagin 25. november varð Mullers Pakkhús karmur um premieruna av leikinum Verkætlan Laramie. Tað er Leikhús Skift, sum hevur sett leikin upp.Hetta er fyrstu ferð, at eitt dokudrama verður sett upp à Føroyum. Dokudrama ella heimildarleikur er ein leikur, ið byggir á eina veruliga hending. Marita Dalsgaard hevur týtt leikin úr enskum til føroyskt.Tað er The Tectonic Theater company, sum undir leiðslu av Moisés Kaufmann hevur lagt Verkætlan Laramie til rættis.
Leikurin byggir á yvir 200 samrøður, ið vórðu gjørdar við ibúgvar à býnum Laramie à Wyoming, USA, eftir at 21 ára
gamli Matthew Shepard à 1998 bleiv bukaður til deyðis, tà at hann var samkyndur. Drápið skapti eitt stórt kjak um hatursbrotsgerðir og avleiðingar tess kring alt USA.
Tað, at tað vóru tveir ungir Ãbúgvar úr lÃtla býnum Laramie, ið bukaðuu og pÃndu Matthew Shepard til deyðis, tà hann var samkyndur, elvdi til pÃnufulla sjálvrannsakan hjá Ãbúgvunum à Laramie.Hóast fólk à Laramie vóru samd um, at tað er skeivt at fremja eina tÃlÃka hatursbrotsgerð, so avdúka samrøðurnar við Ãbúgvarnar, at teir hava eina støðu til tað at vera samkyndur; um hvørt tað er rætt ella skeivt. Fyri fleiri er hendan meining ein trúarspurningur.Morðið á Matthew Shepard hevur eisini við sær, at Ãbúgvarnir fara at seta spurnartekin við egin virði og livihátt. Er tað rætt ella skeivt at vera samkyndur? Kann eg loyva mær at hava eina meining um tað er rætt ella skeivt? Er homoseksualitetur ein trúarspurningur? Osfr.Leikhús Skift er eitt nýtt leikframleiðslu felag, ið er drivið av huginum at royna nakað nýtt, av kærleika til leiklistina og einum ynski um eitt leiklistarligt umhvørvi à støðugari rørslu. Sambært Leikhús Skift eigur leiklistin eisini at spegla tað samfelag, ið hon er ein partur av, og viðgera evni, sum eru frammi à tÃðini. Verkætlan Laramie er júst ein tÃlÃk uppsetin; tað er eitt leiklistarligt Ãskoyti til kjakið um grein 266b à revsilógini, sum seinastu tvey árini hevur litað føroyaska samfelagskjakið.Talan er um eina norðurlendska verkætlan. Úr Danmark eru leikstjórin Solveig Weinkouff og royndi ljóssniðgevin Lars Refshauge. Pallsniðgevingini stendur svenska Fillippa Berglund fyri.Ikki færri enn 54 leiklutir eru à Verkætlan Laramie. Hetta krevur nógv av leikarunum, og tà er eitt sterkt og fjølbroytt lið av sjónleikarum savnað. Úr Føroyum eru tað royndu yrkissjónleikararnir Egi Dam og Birita Mohr, umfamt Gunnvá Zachariasen frá leikbólkinum Tvazz, og Hjálmar E. Dam, ið, sum hin einasti, ikki er yrkisleikari. Marita Dalsgaard, sum býr à Danmark, er eisini við à leikinum, samstundis sum hon er leiðari av verkætlanini.Sýningar av Verkætlan Laramie verða hvørt kvøld frá 25. novemebr til 12. desember, kl. 19.30 à Mullers Pakkhúsi.
Atgongumerki til leikin eru at fáa à Kunningarstovuni.Sà eisini heimasÃðuna http://www.skift.net
Myspace Layouts - Myspace Editor - Image Hosting