B L I T Z profile picture

B L I T Z

blitzfo

About Me

«BLITZ» er navnið á nýggjum eksklusivum føroyskum dansi-tónleikabólki. Talan er um ein ektaðan super-bólk við eini spennandi og áhugaverdari samanseting av royndum og trúføstum tónleikarum og nýggjum evnaríkum og sera nógv eftirspurdum kreftum. Tónleikararnir, ið allir eru meira ella minni kendir frammanundan, úr ymsum samanhangum, hava samdir avgjørt, at teir skulu endavenda hvørjum dansistaði í Føroyum komandi tíðina. BLITZ leggur seg fyrst og fremst eftir at spæla lættan og dansivinarligan tónleik. Teir bjóða eitt fjølbroytt tyssi av løgum, alt frá gomlum slagarum, sjelarum og floorfillarum til saftig og pumpandi grooves beinleiðis av Billboard-listunum. Alt frá Gloria Gaynor og Bon Jovi til Timbaland og Gnarls Barkley. Einamest leggur BLITZ seg eftir at spæla 100% hitt-tónleik, og helst bert tað ”allar-nýggjasta-nýggja”. Teir meta, at tørvur er á einum nýggjum føroyskum dansibólki, tí sum heild er stórur eftirspurningur eftir live dansitónleiki, men ov fáir bólkar eru til at nøkta hendan tørvin. Tað er harmiligt, at dansistøð standa tóm í vikuskiftinum, tí ikki ber til at fáa fatur á livandi tónleiki, ið ein kann dansa til. BLITZ brennur fyri at spæla fyri dansikátum fólki, og teir lova at geva skómakaranum kring landið úr at gera við at endursólla niðurslitnar dansiskógvar. © Eirikur Lindenskov - Sosialurin

My Interests

Music:

Member Since: 1/8/2008
Band Members: James Olsen - Trummur Høgni Fagraberg - GuitarJóannes Lamhauge - SangHilmar Kass - TangentarJens Tummas Næss - Bass
Sounds Like: FUN!!!
Record Label: unsigned
Type of Label: None

My Blog

Dansur við BLITZ í TB-húsinum

Leygarkvøldið 26. januar, spælir spildurnýggi dansibólkurin BLITZ til dans í TB-húsinum á Tvøroyri. Hetta er fyrsta framførslan hjá BLITZ, og teir í bólkinum er sera spentir eftir at sleppa at spæla f...
Posted by B L I T Z on Tue, 22 Jan 2008 03:13:00 PST

BLITZ - spildurnýggjur føroyskur superbólkur

..> BLITZ - spildurnýggjur føroyskur superbólkur15. jan 2008, 17:16 (http://www.olivant.fo/planet/index.php?page=news&grein= 46138) ..> «BLITZ» er navnið á nýggjum eksklusivum føroyskum dansi-tón...
Posted by B L I T Z on Fri, 18 Jan 2008 12:22:00 PST