profile picture

249976985

About Me

Myspace Layouts at Pimp-My-Profile.com / Daisy

Við góðum útsýni yvir ein vakran bý siti eg og skrivi. Eg eiti Tóra við Keldu og búgvi í Klaksvík. Her starvist eg sum ein vælnøgdur lærari :) Ja, mær dámar sera væl at arbeiða sum lærari, tað er krevjandi at arbeiða við børnum og ungum, men í góðum umhvørvi er tað deiliga gevandi. Mær dámar annars væl at syngja, taka myndir, ganga túr, at svimja, ganga í bindiklubb og eina góða blanding av at vera saman við fólki, og so eisini at fáa frið at vera heima og hava tað gott...at liva mítt egna lív...at avgera fartin sjálv :) Eitt gott og gevandi kjak er heldur ikki av vegnum - vinir mínir siga, at tað er onki í heiminum, eg ikki havi eina meining um :) Eg eri avgjørd, tó ikki altíð so umhugsin og ordiliga naiv. Veit ikki um tað er ein dygd, men tað eri eg so. Eg elski kaffi :) So alt í alt, glað at vera til og hugtikin av, hvussu spennandi og gott lívið kann vera.Ja, sjálvandi, so havi eg eitt brek...eg veit ikki, hvussu týðandi tað er fyri at lýsa meg. Eg haldi ikki, at brekið myndar meg sum so, men tað er ein partur av mær, sum eg ikki hugsi so nógv um...ella jú, eg haldi, at eg hugsi um tað javnan, men eg eri ikki tarnað av tí...gott, at eg ikki síggi mítt egna gongulag ;) Fleiri av bestu løtum mínum hevði eg ikki upplivað, um eg ikki bar brek, so kanska eri eg onkursvegna glað at bera brek - um tú skilir.


My Interests

I'd like to meet:

Eg kundi hugsað mær at møtt Tim LaHaye, sum m.a. hevur skrivað Spirit-Controlled Temperament (Kjenn ditt temperament). Eg havi nógv at tosa við hann um... :) Eisini haldi eg, at Jostein Gaarder er áhugaverdur, og Philip Yancey og nógv onnur...annars gleðist eg um at møta vinum og kenningum. Ymisk fólk, sum gera lívið vert at liva :)

My Blog

Markleysa lívið

Lívsáskoðan okkara er sterkasta vápnið og kann hava kollveltandi ávirkan á, hvussu vit liva lívið. Hetta, saman við vísdómi at síggja út um persónligar avmarkingar, kann geva okkum møguleika at gera d...
Posted by on Fri, 10 Apr 2009 14:38:00 GMT

Stóri sannleikin í lítla prinsinum

Vit áttu óivað at lært okkum, eisini í vanliga gerandisdegnum, at sæð við hjartanum, so tað, sum er ósjónligt fyri eyganum, veruliga gerst avgerandi. Lívið er stutt, tó ikki einfalt og vit menniskju e...
Posted by on Fri, 19 Dec 2008 13:15:00 GMT

Trivnaður og fakligheit - tvær síður av somu søk

Ongin ivi er um, at tað, sum í skúlanum er serstakliga spennandi er, at skúlin er okkara produkt. Soleiðis, sum vit eru, soleiðis er skúlin. Fyri at fáa samanhang í greinina, havi eg vágað mær, at end...
Posted by on Tue, 02 Dec 2008 15:19:00 GMT

Skúlin fyri øll - tó ikki fyri lærarar

Lærarar skulu aftur fáa sítt pláss sum undirvísarar og fáa amboð og greiðar reglar at loysa størstu gerandistrupulleikarnar, sum eru líkasæla og leti. Arbeiðssemi og dugnaskapur skulu aftur á dagsskrá...
Posted by on Mon, 29 Sep 2008 14:46:00 GMT

Visiónin krevur hamskiftan hugburð - vilja vit tað?

Málið í visión 2015 er at gerast ein av heimsins bestu í skúlaskapi. Skulu vit røkka hesum máli, tørvar okkum eina radikala hugburðsbroyting á øllum skúlaøkinum.    Tað var serliga eftir t...
Posted by on Tue, 02 Sep 2008 13:08:00 GMT

Útbrend - ella manglar okkum bara viðurkenning?

Vit eru sum kør, sum skulu fyllast við móti. Um tað ikki verður fylt á, standa vit einsamøll og fáa eina kenslu av at vera virðisleys, tóm ella útbrend.   Hóast einki einvíst svar kunnu vit væl ...
Posted by on Wed, 13 Aug 2008 03:47:00 GMT

Er idealisturin druknaður í marglæti

Summarfrítíðin er uppløgd tíð, har vit kunnu byrja av nýggjum, steðga á og gera eina eftirmeting av seinasta ári.   Fólkaræðisliga samfelagið skal veita karmar, har einstaklingurin kann gerast v...
Posted by on Tue, 08 Jul 2008 10:18:00 GMT

Sjálvi skapa eitt virðiligt samfelag

Menniskjað er skapt við evnum og møguleikum at velja, hvussu lívið skal livast, ella sum vit siga í dag, hvussu lívið skal síggja út. Frá fyrndartíð var lívið avmarkað og lítið fjølbroytt. Grundarlagi...
Posted by on Wed, 18 Jun 2008 07:58:00 GMT

Engagement við avmarkingum í huga

Seinastu tíðina hevur kjakið um stressaðu lærararnar í fólkaskúlanum fingið ávíst pláss í fjølmiðlunum. Hugt verður at skúlanum, og ymisk eru tey, sum siga sína hugsan um, hvaðani strongdin stavar, og...
Posted by on Tue, 03 Jun 2008 10:09:00 GMT

Trappurnar til hægri vitsku

Vónin og framtíðin liggur í børnunum. Við røttum umstøðum vaksa tey seg sterk, og gerast rættir skapandi álitis samfelagsborgarar. Avgerandi fyri land og skúla okkara er, at børnini fáa - ikki bara go...
Posted by on Wed, 14 May 2008 14:23:00 GMT