Jenny profile picture

Jenny

I am here for Friends

About Me



Haldi ikki at eg havi skriva um meg sjálva fyrr, so eg veit ikki hvussu eg skal byrja.. Men eg leypi bara í tað..Eg bleiv fødd í Tórshavn, 16 mars 1975 umleið kl 16.30... OG JA, eg eri 33 ár.. og Ja tað passar - Eg eri ikki ung longur... Men soleiðis er tað nú einaferð.. Eri uppvaksin á Dalavegnum á Glyvrum, Hjá mammu og babba, sum eru BESTU FORELDUR man kan ynskja sær.. eigi 1 eldri beiggja Magni og 3 yngri syskin Noomi, Ruth og Petur Oluf Sum eg Elski yvir alt á jørð.. sjálvt um eg ikki eri serliga góða til at vísa tað altið..Eg spældi nógv hond og fótbólt fyrr.. Var eisini venjari hjá yngri liðum og tað dámdi mær... Gjørdi fimleik í 1-2ár, men tað var ikki akkurát eg. Havi arbeitt nógv í handli og eisini nógv við menningartarnaðum børnum. Tók HF prógv á Kambsdali 1996.. men tað var SLETT IKKI eg at ganga í skúla.. uha tey 2 árini gingu seint.. 1997 var eg í Parima,Venezuela. Arbeiddi hjá Daniu og Simun í Túni sum vóru trúðboðarar ímillum indianarnar.. Eitt sera stórt upplivilsi..Ì 1998 møtti eg manni mínum Høgna á Lakjuni, vit giftust eitt ár seinni - 1 mai 1999. Tað var tó ikki leingi at vit vóru einsamøll.. 14juni 2000 finguð vit sonin DÀVID... 17 apríl 2002 kom HEIDI, siðan kom MARKUS, 10 apríl 2005 og so kom JÒGVAN 3.juli 2007.. 4 deilig børn :) og tú er eitt á veg afturat :)) Høgni siglur úti, sum maskinmeistari so eg havi NOKK at gera - einsamøll við 4 børnum he he he, men tað bilar einki EG ELSKI TAÐ !Ì 2004,2006 og 2008 hevði eg tað gleði at blíva mostur.... tað er ein serlig kensla.. Mostursa børn eru Høgni 4 ár og Paula sum er 2 ár og Elingborg sum sá dagsings ljós 29 juli :) ..Vit búgva annars í Fuglafirði - JÙ HER LUKTAR og NEI tað vendur man seg IKKI við, FY FOR DEN summir dagar.. Men annars er tað gott at búgva her. Vit ganga í Siloa og tað dámar okkum væl...Veit ikki orduliga hvat annað er at skriva um... tað veit den... um tað er okkurt meira, sum tit vilja vita so skriva bara til mín..

Myspace Layouts at Pimp-My-Profile.com / My blue rose

My Interests

I'd like to meet:

Jesus my best friend ever... Jenny ommu,sum doyði aðrenn eg kom til verðina..

My Blog

My Celebrity Look-alikes

...
Posted by on Tue, 09 Oct 2007 04:49:00 GMT